Borgustova

- nýggjur gistingarmøguleiki í Vestmanna

Nú ber til at gista í snotuligum og hugnaligum húsum í Vestmanna, sum vit hava útvegað til endamálið. Húsini liggja mitt í bygdini, hava góð parkeringsviðurskifti og annars allar hentleikar so sum sjónvarp, vaskimaskinu, allar køksbúnýtur o.s.fr.
Send okkum ein teldupost, ynskir tú at gista í Borgustovu!

 


íbúð eitt er í neðra

Íbúð 1:

Vælegnað til 2-4 fólk.
Prísur/nátt: 700 kr.
Eyka fyri seingjarklæði: 60 kr.
Endareingerð: 350 kr.
Sjeynda hvør nátt ókeypis.
Møguleiki fyri eyka uppreiðing.
Minsta gjald fyri tvær nætur.


íbúð 2 er í erva

Íbúð 2:

Vælegnað til 5-7 fólk. 
Prísur/nátt: 900 kr.
Eyka fyri seingjarklæði: 60 kr.
Endareingerð: 450 kr.
Sjeynda hvør nátt ókeypis.
Møguleiki fyri eyka uppreiðing.
Minsta gjald fyri tvær nætur.

Visti tú?

Vestmanna Tourist Centre umsitur bátatúrarnar til Vestmannabjørgini fyri feløgini hjá Skúvadal og Lamhauge sum í felag røkja siglingina.