Eitt gávukort frá Vestmanna Tourist Centre / Fjørukrónni er eitt gott hugskot til eina jólagávu.
Til dømis kann eitt gávukort sum er vert 796 kr brúkast til eina ferð fyri tvey undir Vestmannabjørgini.
Her eru nakrir møguleikar:
Virði 396 kr: Máltíð fyri tvey av okkara sjálvtøkuborði.
Virði 180 kr: Vitjan fyri tvey á SøguSavninum.
Tað ber sjálvandi eisini til at keypa í gávubúðini við gávukortinum.
Visti tú?
Vestmanna Tourist Centre umsitur bátatúrarnar til Vestmannabjørgini fyri feløgini hjá Skúvadal og Lamhauge sum í felag røkja siglingina.