Túrurin til Vestmannabjørgini byrjar í Vestmanna Tourist Centre. Ferðaseðilin keypir tú á netinum tá tú bíleggur ella í móttøkuni áðrenn tú fer umborð.
Túrurin tekur uml. 90 minuttir. Um tú vilt lesa meira um túrin og aðrar møguleikar, far so til síðurnar hjá Skúvadal / Sjóferðum.
Prísurin fyri túrin undir bjørgini er hesin:
398 kr fyri vaksin
165 kr fyri børn (2-13 ár)
Les meira um túrin ella bílegg pláss á heimasíðuni hjá felagnum: www.puffin.fo/fo
Visti tú?
Vestmanna Tourist Centre umsitur bátatúrarnar til Vestmannabjørgini fyri feløgini hjá Skúvadal og Lamhauge sum í felag røkja siglingina.