Í Vestmanna eru sera góðir møguleikar hjá eini fyritøku at leggja eina uppliving fyri starvfólkini.

Tað ber sjálvandi til at fara túrin undir Vestmannabjørgini, vitja SøguSavnið og eta eina máltíð á Fjørukrónni aftaná.

Men tað eru eisini nógvir aðrir møguleikar.

Vit kunnu eitt nú nevna:

  • Gongutúrur niðan í Gjónna við ferðaleiðara
  • Kajakrógving á vágni
  • Fiskitúrur á vágni
  • Siglitúrur til Slættanesar
  • Gongutúrur í Viðarlundini í Frammibø við ferðaleiðara

Vestmanna Tourist Centre og matstovan Fjørukrógvin eru sera vælegnað at brúka til støð fyri alla upplivingina. Til dømis ber til at byrja við einum morgunmati og enda við eini góðari máltíð aftaná ymisku aktivitetirnar.

Vit hava skipað fyri útferðum fyri bæði stór og smá arbeiðspláss, og átaka okkum fegin at leggja til rættis og skipa fyri. 

Send okkum ein teldupost við tykkara ynskjum, og bið um tilboð.


Visti tú?

Vestmanna Tourist Centre umsitur bátatúrarnar til Vestmannabjørgini fyri feløgini hjá Skúvadal og Lamhauge sum í felag røkja siglingina.