Føroya einasta voksmuseum - SøguSavnið - er í Vestmanna Tourist Centre. 

Har kanst tú ganga ímillum og uppliva fleiri kend fólk úr søgum og sagnum okkara á ein heilt einastandandi og spennandi hátt. Ein vitjan á SøguSavninum er bæði øðrvísi, mennandi og spennandi. 

Fleiri sansir verða stimbraðir - tú bæði hoyrir, sært og luktar ymiskt á leiðini.

Savnið er opið allar dagar tá húsið er opið. Sí undir upplatingartíðir.

Les meira um Søgusavnið her.


Visti tú?

Vestmanna Tourist Centre umsitur bátatúrarnar til Vestmannabjørgini fyri feløgini hjá Skúvadal og Lamhauge sum í felag røkja siglingina.