Um summarið skipar Vestmanna Tourist Centre av og á fyri fiskitúrum.
Tú kanst fáa fiskin gjørdan til á matstovuni aftaná túrin.
Um tú vilt frætta meira, kanst tú senda okkum ein teldupost.
Visti tú?
Vestmanna Tourist Centre umsitur bátatúrarnar til Vestmannabjørgini fyri feløgini hjá Skúvadal og Lamhauge sum í felag røkja siglingina.