Í Fjørukrónni er eisini hugnalig matstova.

Um summarið bjóðar matstovan hvønn dag leskiligt sjálvtøkuborð við salati og okkara egnu og sera væl umtóktu sjógætissuppu.

Til ber eisini at velja okkurt av matkortinum.

Matstovan kann eisini leigast til ymisk tiltøk.

Fjørukrógvin er góðkend til 100 fólk og hevur fult skeinkiloyvi.

Visti tú?

Vestmanna Tourist Centre umsitur bátatúrarnar til Vestmannabjørgini fyri feløgini hjá Skúvadal og Lamhauge sum í felag røkja siglingina.